Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Síðsti møguleiki at vitja framsýningina
í Gamla skúla í Leirvík
12.–13. september verður seinasta vikuskiftið, framsýningin í Gamla skúla er opin.
Talan er um framsýning, ið tekur støði í tí útgrevstrinum, ið fór fram á Toftanesi summurini frá 1982 til 1987. Í samband við henda útgrevstur vóru umleið 3000 lutir funnir, og onkrir teirra verða nú vístir fram.
Útgrevsturin avdúkaði ein bóndagarð, eitt langhús, frá umleið ár 900, við trimum úthúsum, ið enn sæst í lendinum, um ein vitjar toftirnar á Toftanesi.
Hetta vikuskifti verður aftur møguleiki at ogna sær eina eftirgerð av brosjuni, ið funnin varð á Toftanesi. Brosjan er 26 mm í tvørmáti, úr bronsu, og gjørd í Borre-sniði.
Tað er gullsmiður Ghita Ring, Gitastova.fo, ið hevur gjørt eftirgerðina.
Opið er:
Leygardagur 12. september: Kl. 10–17
Sunnudagur 13. september: Kl. 13–17
Tað er ókeypis at vitja framsýningina, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Bústaður
Gamli skúli, Leirvík
24 Sporamørk
Eysturoy
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar