Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Hvalba
Søgurík bygd í Suðuroy, umgird av stórslignari náttúru
Hvalba er ein søgurík bygd norðarlaga í Suðuroy, umgird av fjøllum, vøtnum og stórslignum landslagi. Bygdin er millum elstu bygdir í Føroyum og hevur eina ríka søgu, sum sæst aftur bæði í landslagnum og gomlum frásagnum.
Hvalba er serliga kend fyri kolanámini. Suðuroy er einasta oyggj í Føroyum, har kol hevur verið vunnið, og kolanámsvinnan hevur havt stóran týdning fyri Hvalba gjøgnum øldir. Í dag ber til at vitja eitt kolanám við ferðaleiðara og fáa innlit í henda serliga partin av føroyskari vinnusøgu.
Úr Hvalba eru eisini góðir møguleikar at uppliva náttúruna og ganga eftir gomlum bygdagøtum til eitt nú Sandvíkar og Trongisvágs.
Bústaður
Hvalba, Faroe Islands
Suðuroy
Upplatingartíðir
-
Stongt