Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Kjøt
KJÖT borðreiðir við burgarum, fiski & kips og gøtumati mitt í Tórshavn.
KJÖT er ein óformlig gøtumatstova á Áarvegi mitt í Tórshavn. Her fæst millum annað burgarar, broyskin fiskur & kips, heimagjørd kips og aðrir væl kendir gøtumatrættir. Fleiri av burgarunum eru gjørdir við føroyskum oksakjøti, og fiskur & kips verður gjørdur við hvítfiski. Eisini ber til at fáa ein kjøtfrían burgara.
Navnið KJÖT hevur djúpar røtur á júst hesum staðnum. Í 1937 lat Joen Hejne Elieser Jacobsen, betur kendur sum Heini í KJÖT, upp handil á Áarvegnum. Handilin varð kendur fyri gott kjøt, persónliga tænastu og gjørdist í meira enn 25 ár eitt væl kent stað hjá familjum í Havn.
Í dag er navnið KJÖT komið aftur á Áarvegin. Slaktaraborðið er skift út við heitar grillir og heimagjørdar burgarar, men denturin er framvegis lagdur á góðar rávørur, einfaldan og erligan mat og eina blíða móttøku. Við síni staðseting mitt í býnum er KJÖT eitt lætt og óformligt stað at leggja leiðina framvið til miðmála, døgurða ella ein skjótan bita, meðan tú upplivir Tórshavn.
Bústaður
12 Áarvegur, Tórshavn 100, Faroe Islands
Tórshavn
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Omaná
- WC
- Kortgjald
- Familjuvinarligt